SjómaqSjómaqSjómaq
SjómaqSjómaq

Søk um stuðul frá Sjómaqgrunninum, og få fígging til títt næsta tiltak í Føroyum, Grønlandi og Danmark!

Tú kanst søkja um fígging frá Sjómaqgrunninum til at skipa fyri tiltøkum, ið styrkja sambandið millum ung í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tey ungmannafeløg, ið hava eitt gott hugstok um eitt tiltak, kunnu saman við í minsta einum øðrum landi, søkja um stuðul til virksemið.

Grunnurin er opin fyri umsóknum nú. Les meira niðanfyri.

OBS! NYT SYSTEM

OBS! NYT ANSØGNINGSSYSTEM - LÆS HERUNDER:

Sjómaq-puljen overgår til det nye sagsbehandlingssystem GrantOne og puljen vil derfor være lukket for modtagelse af ansøgninger fra d. 9. december til d. 15. december. Puljen åbner igen d. 16. december.

Hvis du har påbegyndt en ansøgning eller gerne vil i gange med at skrive en ansøgning, kan du trygt gøre det/skrive videre på den i mellemtiden - du kan blot kopiere teksten derfra og over i det nye skema, når det er på plads (det nye og det gamle skema er ikke helt identiske, men indholdet er stort set det samme).

Hvis du allerede har indsendt en ansøgning via det gamle system, vil du modtage en mail fra GrantOne med en vejledning om, hvordan I skal oprette jer i det nye system. Det er vigtigt, at man får oprettet sig i det nye system, da al kommunikation vedr. ansøgningen kommer til at foregå derinde.

Har I spørgsmål til dette, er I meget velkomne til at sende en mail til Julie på jmk@duf.dk.

Hvørjum tiltøkum stuðla vit?

Grunnurin stuðlar tiltøkum, ið gera sítt til at styrkja felagsskapin og víðka kunnleikan hjá ungdóminum í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Evnið og formurin fyri virksemið stendur í stóran mun til tykkum. Tað eru víðir karmar, so leingi virksemið lýkur treytirnar hjá grunninum. Virksemið kann vera alt frá einum vikuskiftisnámsskeiði, gongutúri, summarlegu, filmslegu, sjónleiki ella eina talgilda ráðstevnu.

Les um treytirnar í leiðreglum grunsins, hvat játtanarnevndin leggur dent á.

Hvør kann søkja?

Øll ungmannafeløg og ungdómsbólkar, ið virka eftir demokratiskum mynstri og hoyra heima í Føroyum, Grønlandi ella Danmark, kunnu senda umsókn um stuðul frá peningagrunninum.

Ung úr í minsta lagi tveimum londum kunnu søkja um stuðul.

Ung skulu hava leiðandi leiklut í virkseminum, og ung millum 16 og 30 ár skulu skipa og fremja virksemið. Høvuðsumsøkjarin skal vera fyltur 18 ár.

Umsóknarfreist

Ein umsóknarfreist er um árið, og freistin í 2025 er: tann 19. februar 2025 kl. 09.00 (donsk tíð). Grunnurin letur upp aftur í heyst 2025, og næsta freistin er væntandi umleið sama tíðarskeið í 2026.

Hvussu nógv?
Tú kanst søkja um upp í 200.000 kr.

Nær?
Send umsóknina her og títt virksemi kann verða framt frá 1. mai 2025 til 31. oktober 2026.

Játtanarnevndin hevur fund fyrstu dagarnar í apríl 2025. Umsóknin frá tær verður svarað í seinasta lagi síðst í apríl 2025.

Hvussu søki eg?

Soleiðis søkir tú um stuðul:

Sådan indsender du en ansøgning:

1) Klik ind på ansøgningsportalen (GrantOne)
2) Opret en profil
3) Giv dig i kast med at skrive din ansøgning

Bemærk, at du kan gemme din ansøgning når som helst og vende tilbage til den senere.

GG! Umsóknin skal skrivast á donskum ella enskum

Grunnarreglur

Grunnarreglurnar standa á donskum her, á grønlendskum her og á føroyskum her.

Hevur tú fingið játtan?

Útgjald av pengum:
Tá ið tit hava fingið boð frá DUF um, at tit hava fingið játtað pening úr grunninum, kanst tú biðja um at fáa meginpartin av stuðilinum útgoldnan á tykkara konto. Vit mæla til, at tit brúka eina felagskontu. Skalt tú hava pengarnar fluttar til eina føroyska ella grønlendska kontu, og/ella ert tú kontaktpersónur í einum sjálvskipaðum ungdómsbólki, ið skal hava pengarnar útgoldnar, skalt tú senda eitt bankaváttanarskriv. Tað er, at tá ið tú biður um útgjald fyrstu ferð, skalt tú leggja eitt skriv við frá bankanum, sum váttar, at kontan, sum útgoldið verður til, hoyrir til tann persónin ella felagið, sum hevur fingið stuðul játtaðan.Hetta skrivið verður eisini nevnt bankaváttanarskriv, ella Bank Verification Letter.

Gerið vart við, at pengarnir verða útgoldnir í avdrøgum:
- 80 % verður útflýggjað, tá ið tit eru klár at fara undir fyrireikingina av tiltalkinum
- 20 % verða flutt saman við frágreiðingini

1. útgjald: Útfyllið og sendið hetta oyðublaðið til DUF fyri at fáa fyrsta útgjald
2. útgjald: Útfyllið og sendið hetta oyðublaðið. Eftir umbøn um 2. útgjald, skulu tit eisini greiða frá tykkara verkætlan. Spurningar og roknskaparskapilónstendur í oyðublaðinum. Hava tit fingið meira enn 100.000 kr. í stuðli, skulu tit eisini lata inn eina undirskrivaða grannskoðarafráboðan inn saman við frágreiðingini - Lesið meira um hetta niðanfyri.

Frágreiðing:

Hevur tú fingið stuðul úr Sjómaqgrunninum, skalt tú gera eina frágreiðing um tykkara verkætlan, lata roknskap inn og svara nøkrum spurningum um, hvussu játtanin verður brúkt. Hetta skal latast inn í seinasta lagi ein mánað eftir, at títt tiltak er liðugt. Frágreiðingarskjalið er í oyðiblaðnum fyri 2. útgjaldingarumbønini, sum er nevnd omanfyri.

Kontaktpersónurin skal skriva undir útgjaldingarumsóknirnar og frágreiðingina, ið skulu sendast til sjomaq@duf.dk. Minnist til at viðmerkja málsnummarið.

Allar útreiðslur í roknskapinum skulu prógvast við kvittanum, kassakvittanum, fakturum o.t. Hetta skal ikki latast inn til DUF uttan so, at DUF biður um tað. DUF kann, um neyðugt, biðja um eyka prógv. Roknskapartilfar skal varðveitast í 5 ár frá endanum av tí kalendaraárið, har játtaða tiltakið er liðugt, og skal eftir áheitan sendast til DUF.

Frágreiðing fyri verkætlanir, ið hava fingið yvir 100.000 kr.:
Hava tit fingið yvir 100.000 kr. í stuðli, skulu tit, umframt eina frágreiðing, eisini lata eina grannskoðarafráboðan inn. Grannskoðarafráboðanin skal fyllast út og undirskrivast av einum løggildum grannskoðara. Finn eina skapilón upp á eina grannskoðarafráboðan her: Grannskoðarafráboðan. Til at útvega grannskoðarafráboðan skal tykkara grannskoðari taka útgangsstøði í grannskoðaravegleiðingini, ið stendur her: Grannskoðaravegleiðingin. Minnist til at senda hana til tykkara grannskoðara.

Tað hevði glett okkum, um tit at senda okkum myndir, filmsupptøkur og nøkur orð um, hvussu tiltakið gekk!

Tørvar tykkum hjálp?

Stríðist tú við at finna ein samstarvsfelaga við umsóknini/frágreiðingini ella okkurt heilt annað? Niðanfyri eru trý uppskot um, hvussu tú kanst fáa hjálp:

1) Íblástur, trygdarnet og vegleiðing: Ver við í árligu tiltøkunum hjá Sjómaqverkætlanini. Tey stóru tiltøkini eru hent at leiðbeina seg eftir til at koma í samband við onnur, sum eru áhugað í verkætlanini (les meira á síðuni ”Tiltøk”)

2) Trygdarnet og sparring á netinum: Lima teg inn í facebookbólkin hjá verkætlanini. Hetta gevur tær møguleika fyri at leggja tíni hugskot fram, fáa sparring og ráð og leita eftir norðurlendskum samstarvsfeløgum. Finn bólkin her.

3) Set teg í samband við Sjómaqtoymið: Hevur tú uppaftur fleiri ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við tey, ið skipa fyri Sjómaqverkætlanini (les meira undir ‘Samband’ her á heimasíðuni). Les meira um, hvønn tú kanst seta teg í samband við, alt eftir hvat tíni ivamál eru, her:

- Set teg í samband við Julie, um tú ivast í grunnarreglunum (hvat er møguligt), broytingum í fíggjarætlanini ella innihaldi í einum virksemi, sum tú longu hevur fingið stuðul til, ella um tú hevur spurningar um umsóknina ella frágreiðingina.

- Set teg í samband við Jonas, um tú hevur brúk fyri sparring til tykkara hugskot/virksemi, sparring til fíggjarætlan í sambandi við umsóknina, og sparring til at uppbyggja samstarvssambond.

Hvør avger, hvørjar umsóknir skulu fáa stuðul?

Játtanarnevndin

Grunsins játtanarnevnd avger, hvørjar umsóknir skulu fáa stuðul. Umsóknin verður tulkað eftir grunnarreglunum, harumframt § 4 um útlutanartreytirnar.

Játtanarnevndin er sett saman av seks limum - øll eru undir 30 ár - úr Føroyum, Grønlandi og Danmark. Hvørt land hevur tveir limir, sum samstarvsfelagarnir í verkætlanini tilnevna.

 

Tú kanst lesa fyrisitingarreglugerðina fyri nevndina her.

Limir

Annika Jespersdóttir, MFS (Forseti i peningagrunninum í 2024)

Katrina Vang, AFS Færøerne

Paula L. Petersen, SORLAK

Oskar Isbosethsen, AFS Grønland

Nicolas Ditlev N. Fromsejer (BBU), DUF

Emilie Vindfeldt-Bottke (DDS), DUF