Luttak í Sjómaq-verkætlanini!
Her kanst tú lesa um arbeiðið hjá verkætlanini, og hvussu tú kanst luttaka í tiltøkunum hjá Sjómaq-verkætlanini.
Tiltøk
Sjómaq-verkætlanin heldur eina røð av árligum kunningartiltøkum. Her viðgera vit ymisk viðkomandi evnir og fevna vítt í innihaldi. Á hvørjum ári skipar verkætlanin fyri tiltøk, ið skiftandi verða hildin í øllum trimum londum.
Kunningararbeiði
Sum ein partur av verkætlanini, er ein frágreiðing og ein røð av filmsbrotum gjørd, ið eru at finna niðanfyri.
Kunningararbeiði
Sjómaq-frágreiðingin
Hvussu væl kenna ung í ríkisfelagsskapinum hvønn annan? Er har ein felagskensla millum teimum ungu? Og hvat heldur ungdómurin um framtíðina hjá Ríkisfelagsskapinum?
Sjómaq-frágreiðingin kannar kunnleikan og hugburðin hjá teimum ungu mótvegis hvørjum øðrum í ríkisfelagsskapinum
Stutt-heimildarfilmur
Í stutt-heimildarfilmur fylgja vit Sika (Grønland), Femju (Føroyar) og Michella (Danmark).
Í heimildarfilminum verða tríggjar ymiskar søgur greiddar frá, ið taka støði í, at vit eru ymisk, men hava nógv í felag – sum eisini er mottoið hjá verkætlanini.
Tiltøk
Námskeið um mentanarfundir í ríkisfelagsskapinum (í Føroyum)
Forvitnast tú um mentanarfundirnar millum Grønland, Føroyum og Danmark? Vilt tú læra meira um, hvussu ein kan skapa størri skilna og meira javnvirði millum ung tvørtur um tey trý londini?
Kom við á námskeið um mentanarfundir og hitt ung frá øllum ríkisfelagsskapinum tann 18. – 21. september 2025 í Føroyum.