SjómaqSjómaqSjómaq
SjómaqSjómaq
Endamál

Sjómaq-verkætlanin hevur til endamál, at ungdómurin í ríkisfelagsskapinum kann savnast og læra frá hvørjum øðrum og um hvønn annan. Gjøgnum útveksling og upplýsingararbeiði ger verkætlanin tað møguligt at skipa fyri tiltøkum, ið eru við til at økja um kunnleikan hjá ungdóminum.

Verkætlanin hevur trý lið:
- Peningagrunnur: Við fíggjarliga hjálp frá Sjómaq-grunninum, er møguligt hjá ungum og ungmannafeløgum í ríkinum at søkja um stuðul til skipan av tiltøkum tvørturum landamørk.

- Virksemi: Úveksling og upplýsingararbeiði eru lyklaorð hjá verkætlanini. Á hvørjum ári skipar verkætlanin fyri tiltøk, ið skiftandi verða hildin í øllum trimum londum. Her kanst tú økja tína vitan um hini londini og fáa íblástur til hvussu tú sjálv/sjálvur fært luttikið í arbeiðið at styrkja felagsskapin millum ung í ríkisfelagsskapinum.

- Kunnleiki: Í verkætlanartíðini, verður ein rapport gjørd, ið kannar kunnleikan ungdómurin í ríkisfelagsskapinum hevur mótvegis hvørjum øðrum aðrar viðkomandi spurningar. Harumframt ger verkætlanini stuttfilmar til sosialar miðlar, sum kann styrkja vitanina hjá teimum ungu, ið ikki annars høvdu luttikið í verkætlanini.

Søga

Hóast londini í ríkisfelagsskapinum deila eina langa felagssøgu, uppliva nógv ung, at tey vita ov lítið um hvønn annan tvørtur um Grønlandi, Føroyar og Danmark.

Hin manglandi vitanin um mentan, mál og samfelag, og hvussu miðlar ofta lýsa hesi lond á ein negativan hátt, kan hava við sær eitt nú fordómar og “stereotypur”, sum ikki eru til frama fyri samskiftið londana. Tað er helst harmiligt, at ung í Danmark vita alt ov lítið um Føroyar og Grønland, men kunnleikin millum ung í Føroyum og Grønlandi er heldur ikki stórur.

Við at gera tað møguligt hjá ungdómin at hittast tvørtur um landamørk, og samlast um tað, sum hevur týdning fyri tey, kunnu vit læra meira um hvønn annan, bróta niður fordómar og skapa vinarbond tvørtur um londini. Vit trúgva, at hetta skapar ungar fyrimyndir, sum kunnu ganga á odda við størri innlit og einum nýggjum sjónarhornið á ríkisfelagsskapin. Hetta trúgva vit er við til at gagna framtíðar samstarv landana.

Tí eru DUF – Dansk Ungdoms Fællesråd – í samstarvi vi samstarvsfelagar frá øllum londum, sett Sjómaq verkætlanina á stovn. Verkæltanin er ein serstøk peningajáttan á donsku fíggjarlógini, áljóðandi 14 mio. kr. frá tíðarskeiðinum 2022-2026. Les nærri um hetta á heimsiðuna hjá DUF.

Um heitið 'Sjómaq'


Heitið ’Sjómaq’ er ein samanseting av orðinum ’sjógvur’ á øllum trimum málum (sjógvur, imaq og hav).

Hví?
Havið bindur londini saman. Bæði í beinleiðis týdning, tí tað er sjógvur millum Grønland, Føroyar og Danmark. Í mong ár var havið tann einasta leiðin til sambandi millum londini. Men eisini í undirskildari týdning, tí øll londini eru sterkt ávirkaði av sambandinum við sjógvinum og hava tað til felags, at tey deila eina langa felagsøgu sum sjó- og fiskivinnulond, eins og at stórur partur av fólkinum búgva framvið strondunum.

Hetta sæst aftur á búmerkið verkætlanar, ið er samansett av litunum frá fløggunum hjá teimum trimum londum.

Hvør stendur fyri verkætlanini?

Verkætlanin er skipað av DUF - Dansk Ungdoms Fællesråd í samstarvi við AFS og MFS úr Føroyum og SORLAK og AFS úr Grønlandi

Ein stýribólkur er settur við umboð frá hvørjum landi. Úr Føroyum eru Katrina Vang (AFS FO) og Annika Jespersdóttir Petersen (MFS) umboð. Úr Grønlandi eita umboðini Paula L. Petersen (SORLAK) og Oskar Isbosebethsen (AFS GL). Og Nicolas Ditlev Fromsejer og Emilie Vindfeldt-Bottke (DUF) eru umboð úr Danmark.

Verkætlanin er fíggjað við serstaka peningajóttan á donsku fíggjarlógini, við stuðli frá fólkatingslimum, Anna Falkenberg/Edmund Joensen og Aaja Chemnitz Larsen.