SjómaqSjómaqSjómaq
SjómaqSjómaq

Ynskir tú at luttaka í verkætlanini?

 

Sjómaq-verkætlanin heldur árlig kunningartiltøk. Tiltøkini taka útgangsstøðið í ymisk viðkomandi evni. Skipað verður fyri einum árligum námskeiðið fyri ung í Ríkisfelagsskapinum, og verður hildið í skiftum í øllum trimum londum. Eisini verður skipað fyri onnur tiltøk, har øll hava møgleika at luttaka.

Námskeið um ein sterkari felagsskap (við vesturhavið)

Forvitnast tú um, hvussu vit saman skapa betri karmar fyri sjálvboðin í tínum felagsskapi? Kundi tú hugsað tær at byrjað eitt samstarv tvørtur um ríkisfelagsskapin saman við øðrum ungum?

KJAK: Varpa ljós á fordómar millum ung úr Føroyum og Danmark

Hvørjir fordómar eru millum ungar føroyingar og danir – og hvat kann gerast fyri at loysa trupulleikan? Hetta er millum evnini, sum verður varpað ljós á til ársins fyrsta tiltak, ið er skipað sum partur av Sjómaq-verkætlanini.