Námskeið um mentanarfundir í ríkisfelagsskapinum (í Føroyum)
Forvitnast tú um mentanarfundirnar millum Grønland, Føroyum og Danmark? Vilt tú læra meira um, hvussu ein kan skapa størri skilna og meira javnvirði millum ung tvørtur um teimum trimum londunum? Og kundi tú somuleiðis hugsa tær at fingið (nýggjar) vinir úr Grønlandi og Danmark og lært meira um ríkisfelagsskapin?
Samstarvsbólkurin aftan fyri Sjómaq bjóðar til námskeið um mentanarfundir í ríkisfelagsskapinum. Upp til 40 ung úr Grønlandi, Føroyum og Danmark fáa nú møguleikan at ferðast til Føroyar hálvan september 2025.
GG! Námskeiðið er enn undir fyrireiking. Svar uppá umsókn verður givið síðst í april / fyrst í mai. Fylgið við á heimasíðuni hjá Sjómaq.
Mál fyri námskeiðið:
- lærdóm um mentanarfundir og hvussu ein kann bróta niður fordómar og skapa javnvirði
- at tú kann taka vitan og amboð við heim og brúka tey í tínum (felags-)gerandisdegi
- at skapa nýggj samstarv tvørtur um londini við stuðli úr grunninum
- at knýta bond og økja sínamillum kunnleika tvørtur um londini
- at tey luttakandi fáa møguleika at skifta royndir sínamillum
Spurningar sum vit vilja kanna:
- Hvat er ein mentanarfundur og hvat eyðkennir mentanarfundirnar millum londini í ríkisfelagsskapinum?
- Hvussu arbeiða vit ímóti fordómum og fákunnu og hví er tað týdningarmikið at tosa um?
- Hvat er ólíkt og hvat hava vit í felag? Hvussu sær ungdómslívið í Føroyum, Grønlandi og Danmark út?
SKRÁ
Skráin er deild upp í tríggjar partar:
1) undirvísing og felags samtalur um mentanarfundir og samstarv tvørtur um Føroyar, Grønland og Danmark
2) stutt kunning um tað politiska samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum
3) gongutúrar úti í náttúruni í Føroyum
Finn skrá, pakkilista, praktiskar upplýsingar og samverureglar umvegis leinkjur niðast í hesum kassanum (kemur í vár).
Sjómaq-grunnurin
Á námskeiðinum fara tit eisini at hoyra nærri um Sjómaq-grunnin, sum gevur møguleika at søkja um stuðul til egnar aktivitetir tvørtur um Føroyar, Grønland og Danmark.
Spurningar?
Set teg í samband við verkætlanarleiðara Jónas Roelsgaard á jro@duf.dk eller (+45) 60 20 14 50.
Skrá og upplýsingar til luttakaranar
Finn fýra fílur niðanfyri.
GG! Skráin er undir fyrireikin og er tí við fyrivarni fyri broytingum.
Praktiskir upplýsingar
• Hvar: Tórshavn, Føroyar.
• Nær: 18.-21. september 2025.
• Prísur: Ókeypis (ferðing, matur og gisting er rokna uppí).
• Mál: Námskeiðið er á donskum, men vit taka hædd fyri, at ikki allir luttakarar hava danskt sum móðursmál.
• Hýsing: Tú býr á kamari saman við 1-2 øðrum (býtt eftir kyni) á hotelli.
• Umsókn: Les meira um, hvussu tú søkir á heimasíðuni (kemur í vár).