SjómaqSjómaqSjómaq
SjómaqSjómaq

Framløgutiltak um ungdómin í Ríkisfelagsskapinum

Hvussu væl kennir tú ungdómin í Danmark og Grønlandi? Hvat vita tey ungu í Danmark og Grønlandi um okkum? Og kundi tú hugsað tær at vita meira um ungdómin í Ríkisfelagsskapinum?

 

Kom og lurta eftir, hvat frágreiðingin hjá Sjómaq sigur í sína rapport um samskiftið og sjónarmið millum ung í Ríkisfelagsskapinum í dag, og hvussu vit í framtíðini kunnu tryggja eina javna vitan tvørturum landamørk.

 

Í framløgutiltakinum verða høvuðsniðurstøðurnar í frágreiðingini hjá Sjómaq lagdar fram. Harumframt verður skipað fyri einum pallborðskjaki og einum tónleikainnslagi við Daniu O. Tausen.

Um frágreiðingina

Í samstarvi við granskingarfelagið Epinion hava DUF og samstarvsfelagar úr Føroyum og Grønlandi skrivað eina frágreiðing um vitanina, kunnleikan og sjónarmiðið, sum ungdómurin í ríkinum hevur mótvegis hvørjum øðrum og um framtíðina hjá Ríkisfelagsskapinum.

 

Frágreiðingin fevnir um eina kvantitativa spurnarblaðakanning, sum ung úr øllum trimum londum hava svarað uppá. Harumframt fevnir hon eisini um eina kvalitativa viðtalukanning, har ung úr øllum ríkinum luttóku.

 

Frágreiðingin verður kunngjørd tann 26. september 2024 á heimasíðuni hjá DUF og Sjómaq.

 

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tiltakið

Nær?

Hósdagin tann 3. oktober 2024 kl. 20:00

Hvar?

Í Perluni

Prísur?

Ókeypis