SjómaqSjómaqSjómaq
SjómaqSjómaq

Sjómaq-frágreiðingin

Hvussu væl kenna ung í ríkisfelagsskapinum hvønn annan? Er har ein felagskensla millum teimum ungu? Og hvat heldur ungdómurin um framtíðina hjá Ríkisfelagsskapinum?

 

Sjómaq-frágreiðingin kannar kunnleikan og hugburðin hjá teimum ungu mótvegis hvørjum øðrum í ríkisfelagsskapinum. Tú finnur frágreiðingina í teimum útgávum niðanfyri – Fulla frágreiðingin og eitt brot við teimum mest viðkomandi úrslitunum.

 

Um frágreiðingina

Í samstarvi við Epinion, hevur DUF og samstarvsfelagar í Grønlandi og Føroyum skrivað eina frágreiðing um i) kunnleika, ii) áhuga, iii) fatan og iv) felagskensla og hugburðin um framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum.

 

Frágreiðingin fevnir um eina kvantitativa spurnarblaðakanning, og eina kvalitativa viðtalukanning, har ung úr øllum trimum londum luttóku.

 

Kanningararbeiðið í frágreiðingini varð gjørd í vár og summarið 2024 og kunngjørt tann 26. september í 2024 á heimasíðuni hjá DUF og Sjómaq.