SjómaqSjómaqSjómaq
SjómaqSjómaq

Námskeið um ein sterkari felagsskap (við vesturhavið)

Forvitnast tú um, hvussu vit saman skapa betri karmar fyri sjálvboðin í tínum felagsskapi? Kundi tú somuleiðis hugsað tær at vita meira um ung í Ríkisfelagsskapinum?

Samskipararnir aftanfyri verkætlanini bjóða ungum til námskeið um ein sterkari felagsskap í Ríkisfelagsskapinum.

Upp til 40 ung úr Grønlandi, Føroyum og Danmark hava møguleikan at ferðast til Slettestrand í Norðurjútlandi síðst í august.

Við útgangsstøði í tínum felagsskapi fara vit at kanna, hvussu tú/tit skapa ein sterkari felagsskap.

Á skeiðinum verður tikið útgangsstøðið í fylgjandi spurningum:

- Hvussu er støðan hjá sjálvboðið arbeiði í Danmark, Grønlandi og Føroyum?

- Hvussu skapa vit ein sunnan felagsskap?

- Hvussu tryggja vit, at felagsskapurin eisini er til um eitt ella tvey ár?

- Hvussu skapa vit ein felagsskap, har fólk hava áhuga og møguleika fyri at luttaka?

 

Hví ein sterkari felagsskap?

Ein rúgva av felagsskapum uppliva avbjóðingar við at finna ung, ið eru áhugaði í sjálvboðnum arbeiði. Hetta er bæði, tá ið talan er um at finna nýggjar limir og at skapa ein trivnað, sum heldur fast við virkseminum.

 

Á námsskeiðinum fara vit at taka útgangsstøði í tykkara egnu royndum. Harafturat fara vit at læra frá royndum hjá øðrum felagsskapum úr Danmark, Grønlandi og Føroyum.

Dømir á paradoksir

Felagslívið hevur við sær, at felagsskapurin skal javnviga millum ymisk atlit.

 

Hetta er m.a. at vit skulu ansa eftir hvørjum øðrum, men hinvegin eisini mæla til luttøku í felagsskapinum. Tað er trupult at vita, hvussu ein skal handfara støðuna, tá ið bæði eru umráðandi. Slíkar avbjóðingar rópa vit ”paradoksir”.

 

Har er eingin skjót loysn – tað er ymisk hjá hvørjum einstøkum felagsskapi og landi, hvussu ein arbeiðir best.

Hví ein sterkari felagsskap?

Sjálvboðið arbeiði skal vera stuttligt og læruríkt. Kortini kann tað eisini hava við sær strongd og avriksótta

Ein sterkari felagsskapur fevnir um, at felagsskapurin skal hava álitandi luttakandi, ið saman skapa eitt sunt umhvørvi. Tí er alneyðugt, at har altíð eru nýggj fólk, sum kunnu taka yvir, tá ið ein steðgar í felagsskapinum.

 

Á skeiðinum fara vit at kanna, hvussu vit skapa ein sterkari felagsskap gjøgnum fylgjandi spurningum:

- Hvussu halda vit motivatiónina hjá teimum ungu?

- Hvussu skapa vit hesa motivatiónina?

- Hvussu minnast vit til at geva hvørjum øðrum pláss, og hvussu brúka vit hetta til at fáa betri trivnað?

Málsetningurin fyri skeiðið:

- At fáa eina rúgvu av vitan við heim, sum tú bæði kann brúka í tínum gerandisdegi og í tínum felagsskapi.

- At skapa nýggj samstørv tvørtur um londini

- At skapa eitt gott samband millim londini

 

Tvístøður vit fara at kann:

- Hvørjar avbjóðingar hava tey ungu í felagsskapum úr Grønlandi, Føroyum og Danmark?

- Hvussu skapar tú betri karmar í einum felagsskapi?

- Hví er tað umráðandi at taka útgangsstøði í einum sterkari felagsskapi?

Fyribils skrá

Skráin er deild upp í trý:

1) undirvísing um ársins tema um at styrka felagsskapin millum ung

2) undirvísing um samarbeiði millum ung í ríkisfelagsskapinum

3) stuttir gongutúrar úti í náttúruni í Norðurjútlandi. Skráin er einans fyribils og kann tí broytast.

 

Á skeiðinum fara vit at kanna ein sterkari felagsskap við einum felagsskaps- og einstaklingasjónarmiðið.

 

 

Tú finnur skránna her.

 

Spurnignar?

Um tú hevur spurningar so vend tær til verkætlanarleiðiara Jonas Roelsgaard á teldupostadressu jro@duf.dk ella telefon (+ 45) 60 20 14 50.

 

Fyribils skrá

28.08: Fráferð til Danmarkar fyri luttakarar úr Grønlandi og Føroyum

29.08: Skeið í Keypmannahavn (um Ríkisfelagsskapin)

30.08: Skeið í Norðurjútlandi (um ein sterkari felagsskap) og gongutúr

01.09: Skeið í Norðurjútlandi (um ein sterkari felagsskap), gongutúr og heimferð

02.09: Heimferð til Grønlands og Føroyar

 

Sjómaq-puljan

Afturat námskeiðinum verður varpað ljós á Sjómaq-puljuna, og møguleikan hjá sínum felagsskapi at søkja um fígging til at skipa fyri tiltøkum, sum styrkja sambandi millum ung í Ríkifelagsskapinum.

Fyribils skrá
Du finder et foreløbigt program via linket herunder.

GG! Skráin er enn fyribils og kann tí broytast.

Praktiskir upplýsingar

  • Stað: Slettestrand, Norðurjútland
  • Tíð: 29. august – 1. september
  • Kostnaður: Ókeypis (ferð, matur og gisting)
  • Mál: Námskeiðið er á donskum, men vit taka hædd fyri at danskt ikki er móðursmál hjá øllum luttakarum
  • Umsókn: Les meira um, hvussu tú sendur eina umsókn her.